2026-02-25 18:45
Tað hevur verið tutlað í krókunum í løgtinginum í allan dag. Fór Framsókn at slíta samgonguna, fór løgmaður at útskrivað val. Alt bara spekulatiónir, men um hálvgun fýra tíðina, tá Suðuroyartunnilin var blivin samtyktur, tók løgmaður orðið og skrivaði út val.
Miðflokkamenn stórfegnaðust, onnur smíltust, meðan onnur vóru meira undrandi. Aksel V. Johannesen hevði ikki kunnað samgonguleiðararnar um sína avgerð frammanundan.
Sí myndir úr løgtinginum:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald