Síðani miðnámsskúli kom í Eysturoynni í 1980'unum - í byrjanini var hann í Gøtugjógv - hevur stórur valfundur verið stutt undan løgtingsvali og fólkatingsvalið.
Beint fyri døgurða í dag savnaðist fleiri hundrað fólk í ítróttarhøllini á Kambsdali. Størsti parturin vóru næmingar á miðnámsskúlanum, men nógv valevni hjá flokkunum vóru eisini komin at tosa við møguligar veljarar og geva ymiskt, og av tí at tað var ein almennur fundur, vóru onnur fólk eisini í høllini í dag.
Huglagið var gott, og lærarin í samfelagsfrøði, valserfrøðingurin og dagsins orðstýrari, Jóannes Hansen, segði at byrja við, at talan er um eina veitsluviku fyri fólkaræði í Føroyum, og at tað er umráðandi ikki at taka fyri givið, at vit millum annað hava høga valluttøku her. Hann nevndi eisini, at umleið 50 av teimum 169 valevunum hesuferð, áður hava gingið á Miðnámi á Kambsdali ella á HF-skeiðnum í Klaksvík.
Tað vóru forfólkini í teimum sjey flokkunum, ið fingu góða tíð at geva greiðu fyri sínum sjónarmiðum. Evnini, ið vóru tikin upp, vóru tey, ið spurningar komu um úr salinum: Sálarheilsa, frítøka av MVG, próvtøl og próvtøkur, rættartrygd og til seinast tøku- og tilfeingisgjøld.
Ein umráðandi partur av hesum valfundunum eru veljarakanningarnar. Næmingarnir velja áðrenn valfundin og so - gjøgnum teldupst - tá fundurin nærum er komin at enda. Ikki øll, ið atkvøða, hava valrætt hósdagin, men áhugavert er at hoyra hesi tølini.
Sambandsflokkurin var greitt størstur áðrenn valfundin í dag, men hevði eina afturgongd gjøgnum fundin. Miðflokkurin stendur sterkur við næstan 13 prosentum - ið svarar til fýra tingfólk. Tjóðveldi hevði størstu framgongdina frá fyrra til seinna valið - Javnaðarflokkurin hevði størstu afturgongdina.
Framsókn stóð næstan í stað. Fólkaflokkurin stendur sterkur í økinum, men hevði eina afturgongd á eitt prosentstig. Sjálvstýri gekk fram við 2,1 prosentstigum. Um hetta verður úrslitið hósdagin, kemur Sjálvstýri ikki bara um tinggáttina, men fær tvey tingfólk.
Prosenttal til kanningina áðrenn fundin - seinna valið (tal av tinglimum)
Sjálvstýri: 2,3 % - 4,4 % (2)
Framsókn: 4,2 % - 3,9 % (1)
Tjóðveldi: 8,0 % - 10,8 % (4)
Miðflokkurin: 11,0 % - 12,7 % (4)
Javnaðarflokkurin: 20,5 % - 17,2 % (6)
Fólkaflokkurin: 23,2 % - 22,2 % (8)
Sambandsflokkurin: 30,8 % - 28,8 % (10)
Les eisini: Veljarakanning: Fólkaflokkurin buldrar fram
Sí fleiri myndir, ið Sverri Egholm tók á Kambsdali í dag, niðanfyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald