Innanlands

Myndir: Við Haraldi undir vatnskorpuni

Vestmenningurin Harald Bjørgvin gjørdi sítt stóra ítriv til vinnuveg

(Mynd: Harald Bjørgvin)

(Mynd: Harald Bjørgvin)

2020-02-11 09:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað er einki so fantastiskt sum at liggja í einum taraskógi ella á einum sandeyga og uppliva lívið í havsins urtagarði.

Soleiðis greiðir vestmenningurin Harald Bjørgvin frá. Hann brúkar nógv av síni arbeiðstíð og tað mesta av síni frítíð undir vatnskorpuni.

Tá hann ikki arbeiðir sum vinnukavari, oftast fyri alibrúk, er hann á veiðiferð eftir góðu myndini.

Fyri fáum árum síðan tók Harald í búnum aldri avgerð um at veittra yrki sínum farvæl, fyri at royna seg sum yrkiskavari.

Sum útbúgvin húsasmiður og byggifrøðingur hevur Harald arbeitt á teknistovu, verið bygningssýnsmaður og seinastu 11 árini leiðari á húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu. Í mars í 2016 valdi hann at fara á kavaraskúla í Noregi, og harvið gera sítt stóra frítíðarítriv til vinnuveg. Eftir eitt stutt skeið sum tekniskur leiðari í Vestmanna kommunu, valdi Harald at taka stóra fetið, og siga sítt dagliga yrki upp, og í staðin royna seg sum yrkiskavari.

Myndatøka hevur altíð verið eitt av áhugamálum hansara, og tá hann á fyrsta sinni – sum gávu – fekk útgerð at taka myndir undir vatni, varð hann seldur. Áhugin fyri kaving og myndatøku eggjaði hann eisini til at fara undir útbúgving sum yrkiskavarin.

So nú er kaving bæði hansara vinnuvegur og frítíðarítriv, hóast hann framvegis átekur sær onkrar byggifrøðiligar uppgávur innan ráðgeving og eftirlit.

- Tað er nakað heilt serligt at fara á veiðiferð at fáa myndir av lívinum undir vatnskorpuni. Makro-myndir hava altíð fylt nógv, og tær havi eg altíð tikið nógvar av, men fyri kortum havi eg ognað mær eina sera góða víðvinkul linsu, sum er sera góð til landslagsmyndir undir vatni, greiðir Harald frá.

Tað er als ikki er bara sum at siga tað at fáa røttu motivini í kassan. Skalt tú hava eina nærmynd av eini skøtu, rækju, høgguslokki ella snigli, er neyðugt at koma heilt tætt at motivinum fyri at myndirnar skulu gerast klárar. Og tað er jú tað, sum er avbjóðingin við makro myndatøku, nevniliga at fáa myndina knívskarpa.

Tí er eisini neyðugt at brúka nógv tíð – bæði fyri at fáa bestu myndina, men eisini fyri at sníkja seg fram til ’offurið’ uttan at tað sleppur sær til rýmingar.

- Ikki tí, sniglar sleppa ikki til rýmingar, men tað kann vera ein avbjóðing at finna teir. Tað krevst, at tú veitst hvat teimum dámar at eta. Hóast nógv verður gjørt fyri at fáa bestu myndina, er als ikki vist at hon kemur í kassan. Tí tað er komið fyri at eingin av teimum kanska 150 myndunum tiknar á einum kavi, er góð nokk, sigur Harald Bjørgvin.

Tað eru nógv sera góð støð at kava í Føroyum sigur Harald samstundis sum hann viðgongur, at hann langt frá hevur roynt øll enn.

Best dámar honum at fara har, sum høgligt er at sleppa til við bili og harvið við umfatandi kavingarútgerðini. Millum best umtóktu støðini eru Kvívík, Gamlarætt, Æðuvík, Gjógv, Tjørnuvík og so Breiðagjógv út fyri Syðradal á Streymoynni. Honum dámar hesi støð, bæði tí at har oftast er klárt í sjónum og lív og eisini tí at landslagið undir vatnskorpuni við sínum formasjónum, taraskógi og sandeygum er spennandi at fotografera.

Harald tekur ikki bara myndir undir vatnskorpuni, men tekur sær eisini stundir til at støðga á og taka náttúrumyndir á túrinum til og frá kavingunum umframt aðrar túrar við myndatólinum.

Hugtakandi myndirnar hjá Haraldi kunnu síggjast á heimasíðu hansara, á Instragram og Facebook. 

Trýst á myndirnar herundir fyri at gera tær størri og blaða

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder