Mentan

Niels Jensen framsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Fríggjadag seinnapart letur málningaframsýning hjá Niels Jensen upp í Smiðjuni í Lítluvík

2026-06-04 21:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadag seinnapart letur málningaframsýning hjá Niels Jensen upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Málningarnir innihalda blandað motiv (teir flestu við fólkum) gjørd við ymiskari tøkni.

Niels hevði sína fyrstu framsýning í Smiðjuni fyri 30 árum síðani. Síðan tá hevur list hansara verið sýnd fram fleiri ferðir í Smiðjuni, umframt at hann hevur sýnt fram í Danmark, har hann eisini hevur fingið undirvísing í klassiskari tekning á Ny Carlsberg Glyptotekinum. 

Framsýningin letur upp fríggjadagin 5. juni klokkan 14, og hon hongur uppi til og við týsdagin 9. juni. Í sambandi við mentanarnáttina verður framsýningin opin til á midnátt.

Leygardagin og sunnudagin er opið frá 12 til 20, og mánadagin og týsdagin er opið frá klokkan 14 til 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder