Uttanlands

Notre Dame letur uppaftur í komandi viku

Tað hevur kostað nærum 700 milliónir evrur at umvæla Notre Dame í París, eftir at eldur kyknaði í dómkirkjuni í 2019

Franski forsetin, Emmanuel Macron vitjaði Notre Dame fríggjadagin (Mynd: EPA)

Franski forsetin, Emmanuel Macron vitjaði Notre Dame fríggjadagin (Mynd: EPA)

2024-11-29 16:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

15. apríl 2019 kyknaði eldur í heimskendu dómkirkjuna Notre Dame í París, og í komandi viku letur hon uppaftur fyri vitjandi.

Umvælingarnar hava kostað nærum 700 milliónir evrur - 5,2 milliardir krónur, og hundraðtals handverkarar og serfrøðingar hava tikið lut í arbeiðnum at umvæla heimskendu dómkirkjuna.

[object Object]
Notre Dame (Mynd: EPA)

Eldurin kyknaði, sum áður nevnt, í dómkirkjuni 15. apríl 2019, og varð hann sløktur dagin eftir. Hildið verður, at orsøkin til eldin var skammlop ella glóð frá sigarettini hjá einum av arbeiðsfólkunum, sum vóru í ferð við at umvæla bygningin.

846 milliónir evrur vórðu savnaðar inn til umvælingararbeiðið. Stuðul kom úr 150 londum.

Notre Dame varð bygd í árunum 1163 - 1345, og er uml. 130 metrar lang, 48 metrar breið og 35 metrar høg við tveimum tornum, sum eru uml. 68 metrar høg.

Dómkirkjan letur uppaftur leygardagin 7. desember, og fer væntandi at draga 14 til 15 milliónir ferðafólk at sær um árið, skrivar Ritzau.

Soleiðis sær út inni í Notre Dame:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder