2020-09-23 08:45
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú hvítna tindar fjøllum á, og gulnar gras í dali,
hitt síðsta tjaldrið landi frá fleyg burt við túsundtali.
Vakri heystsálmurin hjá Robert Joensen í leysligari týðing frá Grundtvig passar væl til veðrið í morgun.
Klára veðrið hevði við sær, at hitamátarnir fullu niður móti frostmarkinum og á fjallatindunum norðanfyri sást frosturin aftur.
Eisini varð ávarað móti hálku á teimum ovast liggjandi vegateinunum í Eysturoynni, Vágum og Streymoynni tíðliga í morgun.
Myndamaðurin Jens Kristian Vang tók hesar hugtakandi myndirnar í Kvívík í morgun.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald