Innanlands

Nú letur nýggja kaffistovan á Áarvegnum upp

Hósdagin letur Kafe Olivia, sum er serliga vinarlig fyri smábørn, upp. Leygardagin var tiltak fyri teimum, sum hava stuðlað á Hópfígging og øðrum

Jeannett Djurhuus og Rannvá Patursson eru stigtakarar til nýggju kaffistovuna (Mynd: Sverri Egholm)

Jeannett Djurhuus og Rannvá Patursson eru stigtakarar til nýggju kaffistovuna (Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-11 23:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hósdagin letur nýggja Kafe Olivia upp í niðastu hædd á Áarvegi 5 í Havn. Talan er um eina kafe fyri øll, men tað er serliga gjørt vinarligt fyri smábørn og foreldur teirra.

Tað eru tær báðar Jeannett Djurhuus og Rannvá Patursson, sum hava tikið stig til nýggju kaffistovuna.

Tíðliga í summar vóru tær á Hópfígging og so mikið góð undirtøka var fyri hugskotinum, at tað eydnaðist teimum at savna omanfyri 100.000 krónur inn. Seinastu vikurnar hevur verið arbeitt av øllum alvi at fáa kaféina lidna, og leygardagin vóru tey, sum hava stuðlað og annars hjálpt til, boðin innar.

Hósdagin verður latið upp, og opið verður frá klokkan 9 til 16 gerandisdagar. Ætlanin er í framtíðini eisini at hava opið leygardag og sunnudag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder