Uttanlands

Politiska støðan í Bretlandi er sjáldsom

Ikki síðan Churchill er tað hent, at sitandi forsætisráðharri ikki hevur verið førur fyri at stýra landinum

Boris Johnson liggur á intensivari deild her á St. Thomas sjúkrahúsinum í London (Mynd: EPA)

Boris Johnson liggur á intensivari deild her á St. Thomas sjúkrahúsinum í London (Mynd: EPA)

2020-04-07 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

At sitandi forsætisráðharri í Stórabretlandi, er innlagdur á intensiva deild, er ein sera sjáldsom í politiskari søgu í Bretlandi. Nakað líknandi er ikki hent síðan Winston Churchill ráddi fyri borgum, og tá kundi slíkt haldast loyniligt.

Soleiðis sigur Nicholas Aylott, dosentur í stjørnmálafrøði við Södertörns Högskola við svenska kringvarpið, SVT.

Tony Blair var noyddur at leggjast inn til ein minni skurð í hjartanum í síni tíð sum forsætisráðharri. Men tann støðan var ongantíð eins álvarslig og støðan, sum nuverandi bretski forsætisráðharrin er komin í.

Les eisini: Boris Johnson fluttur á intensivu deild 

- Eg dugi ikki at finna eina líknandi støðu. Serliga har støðan tykist so vandamikil. Tað nærmasta eg kann koma í tankar um, er Churchill, sum hevði eitt strik í síni tíð sum forsætisráðharri. Men tá var tað møguligt at halda tað loyniligt, men tað ber jú ikki til í dag, sigur Nicholas Aylott.

Winston Churchill hevði eitt strik á sumri 1953. Støðan var álvarslig, og óvissa var um hann fór at yvirliva. Men hvussu álvarslig støðan var, fekk almenningurin ikki at vita fyrr enn long tíð var liðin.

Hesaferð frættust tíðindini beinanvegin – og tað í einum landi, sum longu er í eini ógvuliga svárari støðu.

- Bretland er eitt land við strongd í løtuni. Nógv verða innløgd á sjúkrahús og nógv doyggja. Tað eru ikki øll, sum akta boðunum frá løgregluni, og tað finnast spenningar í landinum. Og so kemur hetta júst sum kenslubornu brexit-samráðingarnar eru av. Tað kann gerast ein sálarløstur – eitt trauma – um forsætisráðharrin ikki verður frískur skjótt, sigur Nicholas Aylott.

Í løtuni virkar Dominic Raab, uttanríkisráðharri, sum stjórnarleiðari til Boris Johnson er aftur í esssinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder