Mentan

Myndir: Reiley fekk stóra móttøku í SMS

Eitt fult torg í SMS av spentum børnum og vaksnum tók ímóti poppstjørnuni Reiley. Sí myndir

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-20 17:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein rúgva av fólki var á Torginum í SMS seinnapartin tá føroyski vinnarin av danska Melodi Grand Prixnum, Reiley, kom at heilsa uppá føroyingar.

Fleiri fittar grýlur vóru eisini komnar at ynskja 25 ára gamla havnarmanninum Rana Petersen tillukku.

Hann skal í mai umboða Danmark í altjóða Eurovision sangkappingini, sum í ár verður í Liverpool.

Reiley framførdi lagið “Breaking my Heart” fyri spentu áhoyrarunum og síðani varð møguligt at fáa “autograf” og mynd saman við poppstjørnuni.

Sí myndir:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder