Innanlands

Sambandsflokkurin til val við lyfti um tryggleika

Myndir: 29 fólk eru á listanum hjá Sambandsflokkinum - 13 kvinnur og 16 menn. Øll ting- og landsstýrismanningin stillar uppaftur

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-22 12:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tryggleiki var høvuðsyvirskrivtin, tá Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fyrrapartin legði fram valskránna hjá Sambandsflokkinum til løgtingið saman við teimum flestu av teimum 29 valevnunum, sum eru við á sambandslistanum til løgtingsvalið 8. desember.

Sambandsflokkurin varð sostatt hin fyrsti at leggja sína valskrá fram, men fleiri eru væntandi. Javnaðarflokkurin seinnapartin og Tjóðveldi í morgin.

Við lyfti um tryggleika legði løgmaður fram nøkur lyfti, serliga innan hesi fýra økir

  • Búskap, vinnu og burðardyggan vøkstur
  • Altjóða samstarv og uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk
  • Vælferð
  • Veðurlag og umhvørvi

Á vinnuøkinum lovar Sambandsflokkurin eitt nú at virka fyri, at tað í framtíðini verður møguleiki at flyta alingina longur út á opið hav, og tað sama er ætlanin við orkuframleiðsluni úr vindi, har framtíðarvøksturin skal vera úti á opnum havi.

Útflutningur og meira ferðavinnu

Flokkurin ynskir eisini at bøta um møguleikan hjá smærri fyritøkum at gera seg galdandi á útflutningsmarknaðinum. Hetta skal gerast við eini útflutningsskrivstovu, Export Faroe Islands, sum skal hjálpa fyritøkunum við hesum.

- Vit høvdu eisini vónað at ein avtala við ES um tættari samstarv var komin í lag áðrenn valið varð útskrivað, men tað eydnaðist ikki. Men samráðingarnar eru væl á veg, og vit hava samskift við fólk “heilt upp til Ursulu van der Leyen”, so tað arbeiðið er væl á veg, segði Bárður á Steig Nielsen millum annað.

Innan ferðavinnuøkið ætlar Sambandsflokkurin at gera ein serligan innsats fyri at økja um vinnuferðavinnuna við ráðstevnum og skeiðsvirksemi, sum eisini kann vera við at leingja um ferðafólkaárstíðina. Til hetta skal ein ‘eventskrivstova’ setast á stovn at stimbra hesum arbeiði, stendur at lesa í valskránni hjá flokkinum.

Heimildarlógin avmarkar møguleikar

Á altjóða økinum hevur Sambandsflokkurin sett sær fyri, at ríkisfelagsskapurin áhaldandi skal moderniserast.

Bárður á Steig vísti á, at Føroyar og Grønland eru sloppin nógv tættari at avgerðunum við samstarvsráðnum, sum nú er sett á stovn millum stjórn og landsstýri. Nú er uppgávan at skipa eitt samstarvsráð fyri parlamentarisku skipanina eisini.

Samstundis vísti løgmaður á, at uttanríkispolitiska heimildarlógin eisini kann gerast ein avmarking fyri okkum.

- Við at leggja hetta arbeiðið í rammur, verður tað eisini avmarkandi. Øðrvísi er við ríkisfelagsskapinum, sum vit allatíðina hava kunnað tambað og víðkað. Uppgávan verður nú at broyta heimildarlógina, so at hon ikki forðar okkum í at vera við í millumtjóða og altjóða felagsskapum, sum vit ynskja at luttaka í, segði Bárður á Steig Nielsen.

Endurmenning og inflasjónstrygd

Á vælferðarøkinum eru nógv ynski og lyftir frá Sambandsflokkinum.

Innan almannaøki er eitt nú rehabiliterings- ella endurmenningardepil, sum skal kunna tryggja, at borgarar, ið koma illa fyri, fáa neyðuga venjing at koma fyri seg aftur. Eisini gevur Sambandsflokkurin lyfti um, at lønarinntøka hjá pensjónistum ikki skal mótroknast lønini, at barnafrádrátturin verður hækkaður við 2.000 krónum, og at givið verður ein inflasjónstrygd til tey, ið hava mest tørv á fíggjarligari hjálp í hesum tíðum við prísvøkstri og høgari inflasjón.

- Hesin stuðul kann ikki gevast øllum, men skal miðvíst verða veittur teimum, ið treingja. Hetta skal skipast sum ein stuðul – túsund krónur um mánaðin – sum hvør einstakur skal søkja um, segði løgmaður.

Viðgerðartrygd og smærri skúlaflokkar

Á heilsuøkinum er viðgerðartrygd enn eitt høvuðsmál hjá Sambandsflokkinum. Henda trygd skal lógartryggjast fyri lívshættisligar sjúkur.

Flokkurin ynskir eisini eina loysn á avbjóðingunum til at fáa starvsfólk at trívast í heilsuverkinum: “Samráðingar skulu takast upp við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at skipa arbeiði øðrvísi, herundir arbeiðsbrøk og styttan av arbeiðsviku, soleiðis at fleiri starvsfólk leggjast afturat”, stendur í valskránni.

Á útbúgvingarøkinum er eitt kampus til fróðskaparsetrið á skránni. Eisini ein hækking av lestrarstuðlinum (1.000 krónur fyri tey í hægri lestri og 500 fyri tey á miðnámi), so at hesin nærkast danska stuðlinum. Endamálið er at fáa fleiri ung at taka útbúgvingina í Føroyum heldur enn at fara av landinum.

Íbúðir til tey lesandi er eisini ein uppgáva, sum Sambandsflokkurin ynskir at loysa saman við Bústøðum.

Í fólkaskúlanum er ætlanin um endurskoðan við lækkandi skúlaflokkum og færri tímum sum mál.

- Vit hava verið dúglig til at leggja fleiri tímar afturat tímatalvuni hjá næmingunum. Nú er stundin komin til at taka tímar av aftur, so at gerandisdagurin hjá børnunum einans er undirvísing.

Bláur flokkur við grønum profili

Sambandsflokkurin ynskir nú eisini at markera seg á grøna økinum, og í hesum sambandi fegnast løgmaður um, at vit hava fingið fleiri vindmyllur inn á netið hetta seinasta árið, so at oljuprísurin ikki rakar húsarhaldini so hart her, sum tey uppliva í ølrum londum.

Lyftini eru at skapa grundarlag fyri stórari framleiðslu av grønari orku úti á opnum havi og at skipa so fyri, at henda orkan kann leggjast á goymslu og brúkast av skipaflotanum eisini.

Málini eru at landið skal ganga á odda í grønu umleggingini. Hetta arbeiði er longu farið í gongd við konkretum ætlanum við umsitingarbygningunum á Tinganesi og setursbygninginum í Nóatúni.

Ein grøn pantskipan fyri íløt er eisini við í grønu ætlanini hjá Sambandsflokkinum, varð víst á á tíðindafundinum fyrrapartin.

29 valevni

29 valevni eru á listanum hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið. Sambært formanninum eitt væl samansett lið við javnari umboðan, bæði kynsliga og landafrøðiliga.

Øll núverandi ting- og landsstýrismanning stilla uppaftur.

Hesi eru á listanum hjá Sambandsflokkinum:
Aimi Helbo Jensen
Anita Heinesen
Áron Vest
Bárður á Steig Nielsen
Bergun Kass
Edva Jacobsen
Erhard Joensen
Eyðdis Hartmann Niclasen
Frimodt Rasmussen
Fríðgerð Heinesen
Guðrun Ejdesgaard
Hanna Ovadóttir
Haraldur Símunarson Hammer
Harriet Høgnesen
Helgi Abrahamsen
Ingi Mittún
Jaspur Langgaard
Jensia Højgaard Kjærbæk
Johan Dahl
Jónleyg J. Bech
Kaj Leo Holm Johannesen
Magnus Rasmussen
Martin Drangberg
Michael Koba
Petrina Berg á Lag
Pole J. Hansen
Rasmus Son Mørkøre
Rósa Samuelsen
Sámal Hanni Lognberg


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder