Innanlands

Myndir: Sølumiðstøðin Bryggjan latin upp

Stórur dagur í Runavík í dag, nú tríggir handlar og ein matstova lat upp í bygninginum á havnarlagnum, har P.f. Borg plagdi at halda til

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-11-12 11:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru tríggir handlar kendir frá SMS-samtakinum, sum nú hava latið upp í nýinrættaðum hølum í bygninginum, sum fyrr var heimstaður hjá timburhandlinum Pf. Borg, sum fyrr í ár flutti í nýggj og stásilig høli longur inni á fjørðinum.

Nú hava fólk í Runavík og bygdunum harumkring møguleika at fara inn í stásiliga handilsmiðstøð, har gerandisvørur eru at fáa í Bónus, sápur, smyrsl og alt møguligt annað, sum tú kanska ikki visti, at tú hevði brúk fyri, í Rumbul, klæði til hann og hennara í Skálki og so ber til at keypa sær ein skundverða í Sunset.

Við hesum tiltakinum eru lunnarnir lagdir fyri einum nýggjum miðstaðarøki í Runavík, har farið er undir at byggja 45 íbúðir í tveimum bygningum út móti sjóvarmálanum innast í Runavíkini.

Les eisini: Farin undir at byggja íbúðir við bryggjukantin í Runavík

Sera nógv fólk vóru til staðar, tá Tórbjørn Jacobsen, borgarstjórin klipti sjórin fyri dyrnar inn til handilsmiðstøðina, ið hevur fingið navnið Bryggjan í morgun.

Jens Kr. Vang var til staðar og tók myndirnar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder