Uttanlands

Spania: Gomul fólk liggja deyð á røktarheimunum

Íshøllin í Madrid er gjørd til reiðar at taka ímóti líkunum

Líkini í Madrid verða nú løgd á goymslu í skoytihøllini í býnum (Mynd: EPA)

Líkini í Madrid verða nú løgd á goymslu í skoytihøllini í býnum (Mynd: EPA)

2020-03-24 11:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Spania er herurin nú settur inn fyri at hjálpa til at sóttreinsa landsins røktarheim, og undir hesum vitjanum hava herfólkini funnið ymist óvæntað.

Á einum tíðindafundi greiddi Margarita Robles, verjumálaráðkvinna frá, at á onkrum røktarheimum høvdu tey funnið fólk, ið hava ligið í órøkt.

- Herurin hevur funnið fólk, sum vóru heilt einsamøll, og onkur lógu eisini deyð í songini, segði verjumálaráðkvinnan, sambært BBC.

Sambært henni vóru starvsfólk rýmd úr nøkrum av heimunum eftir at koronavirusin byrjaði at spjaða seg, eisini til landsins røktarheim.

Á tíðindafundi hósdagin lovaði Salvador Illa, heilsumálaráðharri annars, at røktarheimini høvdu ovastu raðfesting hjá stjórnini.

Viðkomandi røktarheim verða nú kannað.

Goyma lík burtur í skoytihøllini
Stóra talið av deyðum hevur lagt trýst á gravarhjálpina, serliga í høvuðsstaðnum, Madrid. Higartil hava tey kunnað komi eftir líkunum eftir 24 tímar, um illgruni er um korona. Men nú ber hetta ikki til longur.

Gravarhjálpararnir í býnum hava boðað frá, at tey ikki longur kunnu heinta offur fyri covid-19, tí tey ikki hava neyðugu verjuklæðini at fara í.

Myndugleikarnir hava nú gjørt skoytihøllina, Palacio de Hielol til reiðar at leggja líkini í, til tey kunnu heintast av gravarhjálparunum.

35.000 fólk hava fingið staðfest korona í Spania, og 2.311 eru staðfest deyð við korona. Bert í gjár doyðu 462, skrivar jp.dk. 

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini. Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein stórur partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder