Innanlands

Stakk telefonina niður í veitina og fann lambið

Neyðars tveir daga gamla veðurlambið var fallið í tann vissa deyða í gjárkvøldið

2022-05-10 09:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Telefonin kann vera hent at hava við hondina. Serliga fototólið í telefonini.

Tað mátti Jens Rói Sørensen í gjárkvøldið sanna, tá hann var á trøðni hjá sær í Trongisvági fyri at hyggja eftir seyðinum, og serliga teimum nýlembdu lombunum.

Tá varnaðist hann, at eitt tveir daga gamalt veðurlamb undan eini tvílembu var burtur.

Hann leitaði alla trøðna upp og niður uttan at finna lambið aftur.

Jens Rói skrivar soleiðis á Facebook:

“Á veg oman aftur í bilin kom jeg lukkutíð í tankar um nakað, jeg havi sæð onkran gera, tá teir á haruveiðu kannað haruholur, nemliga knipsa eina mynd við telefon inn í holuna fyri at síggja inn á botn.

Á trønni eru nakrar veitir, sum renna undir jørð, og har nøkur fá hol í vøllinum eru niðurí. Hugsaði líka at gera eina seinastu roynd áðrenn myrkrið kom á.

Og mín sann um ikki í tí triða holinum jeg tók mynd niðurí, fann jeg sørinme lambið standandi fast í móru og ein heilan metur inniundir bakkanum.

Fram eftir rommum megnaði jeg við fingraspíssunum at fáa fatur á lambinum og bjargaði tí upp úr holuni og vissa deyðanum. Eftir umstøðunum hevði lambið tað gott, rann beinaveg yvir til mammuna at súgva sær stimbrandi mjólk.

So er bara at vóna at tað kemur fyri seg og klárar lambið seg til í heyst, so skal tað setast við, tað er sikkurt og vist”.

Tá Jens Rói í morgun aftur var á trøðni kundi hann staðfesta, at lambið hevði tað gott.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder