Innanlands

Stóra umbyggingin í Leirvík gongur væl

Skúlin í Leirvík fær nýggjan bygning sum er umleið 2000 fermetrar til støddar. Reisigildi verður væntandi í heyst

(Mynd: Kanjon)

(Mynd: Kanjon)

2026-06-01 21:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðið í sambandi við byggingina av skúlanum í Leirvík gongur væl, sigur Kanjon sum er høvuðsarbeiðstakari.

Beint nú er betong- og elementarbeiði í gongd, og um góða gongdin heldur fram sum higartil, verður reisigildi hildið í heyst.

Verkætlanin fevnir um niðurtøku av trimum bygningum. Í teirra stað verður ein nýggjur bygningur reistur og útiøkið rundan um verður tillagað.

Nýggi bygningurin er umleið 2000 fermetrar og fer at hýsa skúlastovum, tónleikastovu, mið- og ítróttarhøll við tveimum badmintonbanum, bókasavni, umklæðingarrúmum og læraraumhvørvi við fyrireikingarhølum.

Samlaði kostnaðurin er mettur at vera 95 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder