Innanlands

Stórur áhugi á fyrsta løgtingsvalinum í Hoyvík

Serliga eftir klokkan 16 eru fólk komin í stríðum streymi - millum annað var Aksel V. Johannesen á staðnum - sí nakrar myndir her

Hetta er fyrstu ferð, at løgtingsval er í Hoyvík, og huglagið í Hoyvíkshøllini tykist gott. Ymiskt bendir á, at vallutøkan verður góð (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta er fyrstu ferð, at løgtingsval er í Hoyvík, og huglagið í Hoyvíkshøllini tykist gott. Ymiskt bendir á, at vallutøkan verður góð (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-26 18:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá klokkan var 17 í Hoyvík høvdu 1.863 fólk greitt atkvøðu.

Hetta svarar yvir 54 prosent av teimum, sum hava valrætt í Hoyvík. Og har telja tey, sum hava greitt brævatkvøðu, ikki við.

Hetta er fyrstu ferð, at løgtingsval er í Hoyvík, og huglagið í Hoyvíkshøllini tykist gott.

Portalurin og FM1 vitjaðu stutt áðrenn og stutt eftir klokkan 17. Tá vóru ógvuliga nógv fólk - millum annað løgmaður Aksel V. Johannesen sum býr í Hoyvík.

Høgni Hoydal var eisini - hann hava vit innslag við um ein tíma

Sí myndir, sum Sverri Egholm tók, niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder