Innanlands

Tilmælini skulu fylgjast

Latið vera við at bróta sóttarhaldið, vórðu boðini frá løgmanni í dag

Michael Boelsen, fúti, er eisini formaður í farsóttarnevndini (Mynd: Sverri Egholm)

Michael Boelsen, fúti, er eisini formaður í farsóttarnevndini (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-20 16:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá ein er settur í karantenu, so er tað tí at karantenan skal haldast, sigur fútin

- Tað eru nøkur fá fólk, sum ikki taka okkara áheitanir í álvara, og tað vil eg frámæla. Eg vil staðiliga heita á øll um at taka okkara tilmæli í størsta álvara.

Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundi í dag. Løgmaður greiddi frá, at tað eru nakrir fáir føroyingar, sum ikki taka støðuna í sóttarhaldi.

Dømi eru um fráboðanir um fólk, ið eru send í sóttarhald, sum eru sædd fara út at keypa inn, til dømis.

- Latið vera við hesum. Ringið heldur til teirra, sum bjóða seg til at hjálpa, og fáið tey at keypa inn fyri tykkum, ljóðaði áheitanin frá løgmanni.

Michael Boelsen, fúti, sum er formaður í farsóttarnevndini gjørdi eisini greitt, at tey í hesi serligu nevndini eru samd um at koma við áheitan um, at gera greitt, at tá fólk eru send í sóttarhald, so skal sóttarhaldstíðin á 14 dagar haldast.

- Karantenan er 14 dagar, og tað er tí at inkubasjónstíðin hjá koronasmittuni er 14 dagar. Tað eru summi, sum royna at fáa undantak frá karantenuni, men tað vilja vit ikki ganga á møti. Boðini um at halda seg heima og burtur frá øðrum, skulu haldast.

- Hetta er fyri at forða fyri at onnur verða smittað. Hugsið um tað, segði Michael Boelsen, fúti.

Uppá fyrispurning, um løgreglan hevur ætlanir um at seta inn móti fólki, sum ikki halda sítt sóttarhald, vísti Boelsen á, at løgreglan ikki hevur heimildir til slíkt í løtuni. Tað er ein politisk avgerð at seta eina slíka skipan í verk, segði hann.

Upp á fyrispurning, um hann kundi ynskt sær, at løgreglan kundi forða fólki í sóttarhaldi at koma millum fólk, segði Michael Boelsen, at fólk í hesum førum eiga at vísa ábyrgd og lata vera við at seta onnur í vanda.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder