Tjóðveldi vil hava rúmd fyri øllum

Yvirskriftin í valskránni hjá Tjóðveldi er, at „Vit skulu loysa gerandisdagin“. Yvirskipað snýr valskráin seg um, at pláss skal vera fyri øllum í samfelagnum. Loysingin skal grundast og fremjast í gerandisdegnum

Høgni Hoydal legði saman við Sirið Stenberg valskránna hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið 8. desembur fram í Smæruni í Havn. (Mynd Sverri Egholm)

Høgni Hoydal legði saman við Sirið Stenberg valskránna hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið 8. desembur fram í Smæruni í Havn. (Mynd Sverri Egholm)

2022-11-23 12:00 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Politisku flokkarnir eru byrjaðir at leggja sínar valskráir fram og kunngera valevni, meðan aðrir hava boðað frá, at teir fara at gera tað sama. Tjóðveldi hevur fyrrapartin kunngjørt sína valskrá og valevni.

Høgni Hoydal, formaður, og Sirið Stenberg, næstforkvinna, løgdu valskránna hjá Tjóðveldi fram í Smæruni. Hon er sett upp í 24 punktum og einum inngangi. Í innganginum verður m.a. sagt, at Tjóðveldi bæði er loysingarflokkurin og tann samhaldsfasti flokkurin í Føroyum. Har verður lagt upp til, at ítøkiligar gerandisloysnir eru grundarlag fyri loysingini.

Gerandisloysnir fyri vanlig fólk
Tey politisku málini, sum Tjóðveldi hevur sett á skrá í hesi valskránni eru nógv merkt av gongdini seinastu árini við prísvøkstri, bústaðartroti og arbeiðsumstøður á vælferðarøkinum.

M.a. verður sagt, at Føroyar skulu vera bíligari at liva í. Tað inniber m.a. ein hjálparpakka til vanlig fólk, hækkaðum familjuískoyti til sperdar familjur, øktan brennistuðul til pensjónistar og lægri avgjøld og skattir til lág- og miðallønt. Príseftirlit skal endurstovnast við tíðaravmarkaðum vinningssteðgi á ávísum vørum.

Bústaðarmarknaðurin skal vera bíligari og meiri fjølbroyttur. Bústaðir skulu gera bíligari bústaðir kring landið, og kommunur skulu hava heimild at gera almannagagnligar bústaðir.

Á vælferðarøkinum verður m.a. sagt, at føroyskar loysnir skulu gerast við minstunormeringum, og at námsfrøðingar fáa fyrireikingartíð. Fleiri læknar og heilsustarvsfólk skulu eisini setast, og vælferðarstørvini skulu lyftast og virðast.

Skrivstovuveldið í almannaverkinum skal minkast og umskipast, soleiðis at fólk ikki noyðast at ganga frá hurð til hurð fyri at fáa hjálp til børn ella avvarðandi við serligum avbjóðingum.

Ríkidømið skal býtast javnari
Føroyar eru eitt av heimsins ríkastu londum, segði Høgni Hoydal m.a., tá valskráin varð løgd fram. Seinast, ið flokkurin var í samgongu, legði mann hálvaaðru milliard til síðis sum trygd fyri vælferðartænastur.

Tilfeingisgjøld og „serligu vinningsbýtini“, sum tað verður sagt, skulu gjalda meiri til gelagsskapin. Tey skulu fyrst í Búskapargrunnin og síðan brúkast til at lyfta lønarlagið í vælferðarøkinum og skattalættir til vanligar løntakarar. Lagt verður eisini afturat, at kommunurnar skulu hava lut í serligum vinningi í tilfeingisvinnunum.

Í øðrum punktum verður eisini sagt, at íløgur skulu gerast á mentanar- og listaøkinum, at útboðið av tilfari á føroyskum máli skal økjast, at leggjast skal um til varandi orku, at Suðuroyartunnil skal gerast og at Strandferðsluflotin endurnýggjast.

Valevnini hjá Tjóðveldi eru hesi:
Erling Eidesgaard,
Bjørt Samuelsen,
Anfinn í Toft,
Eirikur í Jákupsstovu,
Høgni Hoydal,
Jensina Olsen,
Ingolf Sólheim Olsen,
Hervør Pálsdóttir,
Høgni í Stórustovu,
Jógvan Jón Henriksen,
Liljan Weihe,
Jón Kragesteen,
Annika Olsen,
Fróði Skúvadal,
Dennis Holm,
Ásla Leila B. Johansen,
Jógvan Christansen,
Magni Arge,
Sirið Stenberg,
Ronnie Thomassen,
Óluva Klettskarð,
Jens Ivan í Gerðinum,
Gudny Wang,
Pól Jóhannus T. Larsen,
Rógvi Nybo,
Sigrid J. Dalsgaard,
Páll á Reynatúgvu,
Annita á Fríðriksmørk,
Kristian Oskar Henriksen,
Trina Eysturoy
Christian Mathisen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder