Innanlands

Tóri í Hoyvík fer frá sum býargartnari

Takkar fyri seg eftir næstan 38 árum, sum býargartnari í Tórshavnar kommunu. Halla Áargarð tekur við sum nýggjur býargartnari

Annika Olsen, Halla Áargarð og Tóri í Hoyvík (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Annika Olsen, Halla Áargarð og Tóri í Hoyvík (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-05-31 17:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gamla og góðrargóða garðinum í miðbýnum, Boysensgarði, var fríggjadagin samkoma. Tóri í Hoyvík takkar fyri seg sum býargartnari, og Halla Áargarð tekur við.

Tað er lítið at taka seg aftur í, at tað er Tóra í Hoyvík fyri at takka, at Havnin er so grøn og vøkur í dag, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Tóri er uppvaksin í Hoyvík og var nógv í Hoydølum á ungum árum, har hann hevði eina heila viðarlund sum heimabeiti, umframt Kúrdal og Royndarstøðina á Hoyvíksgarði. Leivur Trónd var granni og hevði vakstrarhús.

Tóri var fyribilssettur, tá ið Poul Michelsen var borgarstjóri. 

- Vit kenna hann sum býargartnara, urtagarðsfrøðing, grundarstein á teknisku fyrisiting og alfrøði fyri alla deildina og umsitingina, segði Annika Olsen, borgarstjóri, tá ið hon takkaði Tóra fyri drúgva og trúgva tænastu í Tórshavnar kommunu.

Tóri hevur staðið á odda fyri at menna alt tað grøna í Tórshavnar kommunu, hann hevur røkt allar grønar blettir, og so er hann algóður við øll trøini í býnum. Hann hevur eisini verið við til stóru frílendisætlanina fyri Hoydalar.

Tá Tóri ikki er gartnari, so kenna fólk hann sum mentamann burturav - einastandandi kvøðari, sangari og sjónleikari.

Tóri verður verðandi eina tíð aftrat og fær borið vitan sína víðari til nýggja býargartnaran, sum er Halla Áargarð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder