Innanlands

Tukuma Arctica komið uppá pláss

Kavarar funnu tvey smá hol omanfyri vatnlinjuna, men annars fekk skipið ongan skaða í gjár, verður upplýst av Tórshavnar Havn

2020-11-22 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var um klokkan hálvgun eitt leygarnáttina, at bingjuskipið Tukuma Arctica sleit við Skansabryggjuna í Havn, og endaði skipið við at liggja upp á tvørs við gronini út móti fjørðinum.

Les eisini: Tukuma Arctica sleit við Skansabryggjuna

Orsakað av illveðrinum, bar ikki til at flyta skipið í gjár, men fyrrapartin í dag varð Tukuma Arctica flutt uppá pláss aftur.

Av Tórshavnar Havn verður upplýst fyri Portalinum, at mann byrjaði at sleipa um tíggju tíðina í morgun, og at bingjuskipið var við kai hálvan annan tíma seinni.

Kavarar hava eisini verið niðri og kannað skipið í morgun, og tá vórðu tvey smá hol funnin omanfyri vatnlinjuna á bakborðssíðuni. Hetta verður so orðnað nú, sigur vakthavandi á Tórshavnar Havn, sum leggur afturat, at skipið ongan annan skaða hevur fingið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder