Leygardagin fer Norrøna aftur í sigling, og tað er eitt nútímansgjørt skip, sum fer at sigla millum Danmark, Føroyar og Ísland.
Beint áðrenn jól fór Norrøna í dokk á Fayard-skipasmiðjuni í Munkebo á Fjóni. Talið av kabinum er økt við áleið 50 dupultkømurum og eisini er nýggj cafe gjørd á dekk 10.
Ymiskt annað er eisini gjørt. Millum annað snøgt øki við sofum og stólum gjørt til ferðandi at sleppa av.
Norrøna er bygd í 2003, er 151 metrar til longdar og breiddin er 30 metrar.
Niðanfyri sæst betri hvat er broytt á Norrønu, nú hon hevur verið í dokk. Trýst á myndirnar fyri at síggja tær størri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald