Innanlands

Undirsjóvarvodka sleppur ikki á hillarnar fyribils

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið Faer Isles Distillery boð um at afturhalda vøruna. Trupulleikin er, at vatnið ikki kemur frá løggildum tappistaði

2022-09-16 11:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir ætlan skuldi gullvinnandi føroyskt undirsjóvar-vodka frá Faer Isles Distillery koma á hillarnar í Rúsunum kring landið klokkan 10 í morgun.

Men soleiðis verður ikki - ikki fyribils í øllum førum. 

- Vit hava júst fingið boð frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har tey biðja okkum afturhalda okkara nýggja North Atlantic Subsea Vodka. Trupulleikin er sambært HSF, at vatnið ikki kemur frá løggildum tappistaði, ljóða boðini frá Faer Isles Distillery.

Sambært distillarínum er vatngóðskan kannað av Thetis og er sera góð.

- Vit hildu hetta vera nóg mikið. Men sambært HFS má vatn til matvøru einans koma frá løggildum tappistaði, verður sagt.

Faer Isles Distillery harmast um støðuna, og sigur seg fara at gera alt tey kunnu, fyri at fáa loyvi at selja vøruna.

Vatn úr Sandoyartunlinum
Tað var tá Sandoyartunnilin varð boraður, at ein leki varð funnin, har feskt vatn rann úr. Tað vísti seg at renna stórar nøgdur støðugt úr lekanum í fleiri mánaðar, og har fekk Kristian Stórhamar, annleggsleiðari hjá NCC í tunlinum, hugskotið, at hetta kundi brúkast til spiritus-framleiðslu.

Síðani fór menningartoymið hjá Faer Isles í gongd við at gera produktið og náddu at hava tað klárt, áðrenn seinasta skotið bleiv latið av til tunnilin

Subsea Vodka bleiv beinanvegin sent inn til eina av fremstu altjóða kappingunum fyri vodka, The Vodka Masters. Kappingin hevur nakrar av bestu serfrøðingunum í heiminum í dómsnevndini. 1. september bleiv tað almannakunngjørt, at Subsea Vodka hevði vunnið gull í flokkinum Super Premium.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder