Uttanlands

United Airlines gevst at flúgva við Boeing 777

Orsakað av einum motoróhappi í Denver um vikuskiftið, eru 24 flogfør hjá amerikanska flogfelagnum fyribils sett á jørðina – Í Japan er fyribils forboð sett í verk móti at flúgva við flogførum av slagnum Boeing 777

Her sæst flogfarið í luftini yvir Denver (Mynd: EPA)

Her sæst flogfarið í luftini yvir Denver (Mynd: EPA)

2021-02-22 09:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska flogfelagið United Airlines gevst nú at flúgva við flogførum av slagnum Boeing 777.

Talan er um 24 flogfør við motorum frá fyritøkuni Pratt & Whitney, sum flogfelagið hevur sett á jørðina.

Orsøkin er eitt motoróhapp, sum hendi um vikuskiftið. Tá mátti eitt 26 ára gamalt Boeing 777 flogfar hjá felagnum venda aftur til flogvøllin í Denver í Kolorado, stutt eftir, at tað var farið á flog.

Sjónbandaupptøkur vísa, at eldur kom í ein av motorunum.

Umborð á flogfarinum, sum skuldi úr Denver til Hawaii, vóru 231 ferðafólk umframt manningin, sum taldi tíggju. Eingin teirra kom til skaða, skrivar Ritzau.

Í einum forstaði til Denver funnu íbúgvar fleiri stór metalpetti, sum vóru dottin av motorinum.

Fráboðanin um, at øll líknandi flogfør av slagnum Boeing 777 verða sett á jørðina, kemur eftir at amerikanski flogferðslumyndugleikin, Federal Aviation Administration (FAA), hevur kravt fleiri kanningar av øðrum Boeing 777 flogførum við sama slagi av motori.

Í Japan hava mydnugleikarnir sett fyribils forboð í verk móti at flúgva við hesum flogfarinum í kjalarvørrinum á hendingini í USA. Nakað tað sama var nevniliga hent við einum somuleiðis 26 ára gomlum Boeing 777 flogfari í Japan 4. desember.

Í USA er United Airlines einasta flogfelagið, sum hevur flogfør av hesum slagnum í flotanum. Í Japan eru tvey feløg, sum brúka hetta slagið av flogfari. Japan Airlines hevur 13 av hesum slagnum, meðan felagið ANA hevur 19.

Niðanfyri síggjast myndir av metalpettum, sum vórðu funnin uttanfyri Denver. Myndirnar eru frá EPA-myndatænastuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder