Mentan

Vakrar fuglamyndir á stórskíggja í Norðurlandahúsinum

Fuglar Okkara: Silas Olofson og Jórun Pólsdóttir geva út saman við forlagnum Sprotanum eitt stórt bókaverk um Fuglar í Føroyum

2022-09-28 15:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld klokkan 19 verður stóra bókaverkið “Fuglar Okkara” hjá Silas Olofson og Jórun Pólsdóttir løgd fram í Norðurlandahúsinum.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum 

Her verður høvi at síggja fleiri av sjáldsama góðu fuglamyndunum úr bókini, umframt at hoyra ymiskt forkunnugt um fuglalívið í Føroyum. Høvundarnir fara eisini at greiða frá tilgongdini at gera bókina.

Endamálið við bókaverkinum er at kunna um fjølbroytta fuglalívið, sum er í Føroyum, og skapa gleði og alsk til føroyska náttúru og fuglalív.

Í verkinum verður greitt frá livihátti, hvussu fuglurin flytur, og hvat hann etur, umframt myndir av fuglinum av báðum kynum og í ymiskum búnum. Serliga nógv verður gjørt burtur úr føroysku búfuglunum, har m.a. tekstabrot er um reiðran, myndir av eggum, um atburð í náttúruni, hvat hóttir fuglalív og um føroyska fuglaárið. Øll fuglasløgini eru lýst í myndum, sum í stóran mun eru tiknar í Føroyum.

Bókaverkið – trý prýðilig bind í húsa saman við eini fikkubók – verður til keyps í Norðurlandahúsinum til serprís. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder