Innanlands

Vesturskin og sólsetur: Gjørdu kvøldartúr út í Tindhólm

Hetta ætla vit at royna aftur, sigur Jørgen Niclasen, sum í góðveðrinum fríggjakvøldið saman við Bluegate, sigldi fólk út í Tindhólm

(Mynd: Andrei Antal / Bluegate, Aview2sea)

(Mynd: Andrei Antal / Bluegate, Aview2sea)

2023-07-16 21:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í góðveðrinum fríggjakvøldið varð siglt úr Sørvági út í Tindhólm.

- Hetta var ein roynd, men tað eydnaðist so mikið væl, at vit ætla at royna tað aftur, og tá ætla vit at taka ímóti mundandi fleiri, um áhugi er fyri tí, sigur Jørgen Niclasen.

Hann er ein av limunum í hagastýrinum, og saman við Bluegate varð skipað fyri túrinum fríggjakvøldið.

Veðrið var gott, og tey 12 hepnu ferðafólkini sóu vesturskin og sólsetur hetta kvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder