2023-07-16 21:58
Í góðveðrinum fríggjakvøldið varð siglt úr Sørvági út í Tindhólm.
- Hetta var ein roynd, men tað eydnaðist so mikið væl, at vit ætla at royna tað aftur, og tá ætla vit at taka ímóti mundandi fleiri, um áhugi er fyri tí, sigur Jørgen Niclasen.
Hann er ein av limunum í hagastýrinum, og saman við Bluegate varð skipað fyri túrinum fríggjakvøldið.
Veðrið var gott, og tey 12 hepnu ferðafólkini sóu vesturskin og sólsetur hetta kvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald