Uttanlands

Video: Enn fleiri op á Reykjanesi í morgun

Í morgun uppstóðu enn fleiri gosop við Fagradalsfjall

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-04-13 20:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað heldur fram at goysa á Reykjanesi við Fagradalsfjall. Í morgun komu fleiri sprungur.

Tær eru á linju við gosopini sum vóru frammanundan í Geldingadali og á hálsinum norðanfyri dalin.

Nýggju opini eru minst trý í tali. Á íslendska universitetinum siga tey, at eingin sjónlig broyting er farin fram við hini opini, og tí leggjast hesi afturat.

Síggj dronuvideo frá Íslendska ríkisútvarpinum omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder