Í hesi vikuni byrjar skúlaárið aftur eftir summarfrítíðina. Á Glasi var fyrsti skúladagur í dag, mikudagin 16. august, har væl omanfyri 500 næmingar høvdu teirra fyrsta skúladag.
360 næmingar byrjaðu á gymnasialum miðnámi á einum av teimum fimm breytunum, ið Glasir hevur. Breytirnar eru búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, fyrireikingarbreyt og skapandi fyrireikingarbreyt.
170 næmingar byrjaðu á yrkisbreytunum, sum eru bilbreyt, elbreyt, smiðju- og maskinbreyt, timburbreyt, hárbreyt og klædnaatstøði.
Seks næmingar byrja eisini á serbreytini hetta skúlaárið.
Talið av næmingum á Glasi er nakað tað sama sum undanfarin ár. Umleið 1.500 næmingar eru knýttir at Glasi hetta skúlaárið. Í mun til fólkatalið í Føroyum so ganga gott og væl tveir triðingar av samlaða føroyska ungdóminum í miðnámsaldri á Glasi.
Breytirnar á Glasi eru tær somu í ár sum í fjør. Skapandi fyrireikingarbreytin, ið varð sett á stovn í fjør, heldur fram. Nýggir næmingar byrjaðu á breytini mikudagin.
Eitt nýtt átak er, at Glasir í samstarvi við ÍSF hevur sett sjóneykuna á rørslu. Skúlin og ÍSF bjóða næmingunum eitt rørsluskeið í ítróttargreinunum soft-tennis, bogaskjóting, kurvabólti og inniróðuri, har næmingarnir fáa innlit í og roynt hesar ítróttargreinirnar í einum góðum felagsskapi, samstundis sum at pulsurin kemur upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald