Innanlands

Gallup: 18-15 til andstøðuna

Fólkaflokkurin vinnur tveir sessir og Sambandsflokkurin ein. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýri missa

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-19 15:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Núverandi andstøða á løtgingi fær 18 tingsessir, meðan andstøðuflokkarnir bert fáa 15.

Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarp Føroya.

Fólkaflokkurin gerst størsti flokkur við 24,1 prosentum og 8 tingsessum – tað eru tveir tingsessir fleiri enn nú.

Sambandsflokkurin vinnur við 20,1 prosentum ein tingsess, og fær 7 fólk á løgting.

Javnaðarflokkurin verður næststørsti flokkur við 21,2 prosentum, men missir ein tingsess og fær, eins og Sambandsflokkurin, 7 tingfólk.

Tjóðveldi missir eisini ein tingsess, og fær seks umboð á tingi. Sambært gallupkanningini fær Tjóðveldi 18,2 prosent.

Framsókn og Miðflokkurin varðveita sínar tveir tingsessir hvør, meðan Sjálvstýri missir annan tingsessin og fær eitt fólk á ting.

Kanningin hjá Gallup byggir á 541 veljarar, sum vórðu spurdir í síðstu viku áðrenn seinastu freist at lata inn valevnislistarnar. 

Kanningin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder