2022-10-19 17:59
Virkni sangskrivarin, Herborg Torkilsdóttir, er komin út við einum nýggjum lagi.
Hesaferð snýr sangurin seg um samspælið millum kvinnu og mann. Sambært sanginum, kunnu menn vera ræðuliga strævnir tá teir ikki akta boðunum frá kvinnuni.
Men tó – teir eru ikki so galnir allíkavæl, sambært sanginum.
Herborg Torkilsdóttir hevur skriva orð og lag, meðan Danny Beck úr Manchester hevur framleitt, í samráð við Herborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald