Innanlands

Gamalt træ fall í nógva vindinum í Boysengarði

Træið var meira enn 120 ára gamal. Eitt stórt træ í Viðarlundini fall eisini í vindinum

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

2021-03-24 11:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ógvuliga nógvur vindur í gjárkvøldið, og ymsir skaðar vóru kring landið. Í høvuðsstaðnum gekk tað millum annað yvir eitt bókartræ, sum var meira enn 120 ára gamalt.

Bókartrø kunnu blíva minst 250 ára gomul í Føroyum. Hetta træið stóð í horninum oman móti trappuni í Vágsbotni. Ta einu løtuna undan kl 21 um kvøldið var av ringasta veðri, og tá vóru fleiri fráboðanir um skaðar. Tá fall træið, og millum annað fall eitt stórt træ í Viðarlundini eisini.

- Bojsensgarður varð latin upp fyri almenninginum, so havnarborgarar og onnur kundu fáa eina friðsæla uppliving í vakra garðinum. Trøini eru millum elstu trø í býnum og gøturnar eru steinlagdar. Garðurin varð gjørdur í 1860. Garðurin er uppkallaður eftir Johan Emil Julius Bojsen, sum var fyrstilærari á Realskúlanum. Í dag eigur ein grunnur garðin og kommunan tekur sær av at røkja garðin, gøturnar, trøini og blómurnar, skrivar Tórshavnar kommuna.


[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder