"Game of Thrones"-fjepparar hava bíðað leingi, men nú er ikki leingi eftir at bíða.
Fyrsti partur av 8. og seinasta sesongini í røðini, verður nevniliga at síggja á HBO í nátt føroyska tíð.
Upptøkurnar til 8. sesongina byrjaðu 23. oktober í 2017, og í juli í fjør varð liðugt.
Fyrstu seks sesongirnar høvdu tíggju partar, meðan 7. sesongin hevði sjey. Nýggja og seinasta sesongin hevur tó bert seks partar.
Fyrstu tveir partarnir hava eina vanliga longd uppá uml. ein tíma, og teir seinastu fýra hava næstan spælifilmslongd.
8. sesongin, eins og 7. sesongin, er næstan bara bygd á upprunatilfar, sum ikki finst í bókunum hjá George R. R. Martin. Seinastu partarnir eru bygdir á tað, sum høvundurin hevur fortalt fyri framleiðarunum, av tí at seinastu bøkurnar í "A Song of Ice and Fire"-røðini, "The Winds of Winter" og "A Dream off Spring" ikki eru liðugt skrivaðar enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald