Innanlands

Gamla brúgvin um Sandá skal endurskapast

Hálv millión er á býráðsfundi í Tórshavn játtað til at endurskapa vøkru gomlu brúnna um Sandá.

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-06-11 23:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

500.000 krónur eru á býráðsfundi í Tórshavn játtaðar til at endurskapa vøkru gomlu brúnna um Sandá.

Tá nýggir vegir verða gjørdir og ein landsvegur verður avloystur av einum nýggjum, so hendir ofta tað, at gamli vegurin fellur aftur til gamla eigaran av økinum – oftast er talan um kommunur.

Vegurin í Havnardali var kommunalur fram til 1964, og tí eru ymisk strekki fallin aftur til kommununa, eftir at nýggjur landsvegur er gjørdur til Gomlurætt. Her er millum annað talan um gomlu brúnna um Sandá, sum er frá 1925 og er eitt satt søguligt prýði.

Eigaraviðurskiftini eru komin uppá pláss og umsitingin mælti herfyri til at játta 500 túsund til eina verkætlan um at endurskapa gomlu brúnna. Hetta varð samtykt einmælt av býráðnum 28. mai og kom til aðru viðgerð aftur í kvøld, har tað aftur varð einmælt samtykt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder