Tað er nógv virksemi við gomlu politistøðina í Havn, og tað kundi mest sum líkst einari fongsulsflýggjan, um tað var fyri 15 árum síðani ella meira. Men bæði garðurin og klivarnar í Jónas Broncks gøtu hava staðið gapandi tómir í áratíggju nú.
Fongslið hevur tænt fyri seg, og verður tað í hesum døgunum brotið niður, og nýggjar flottar íbúðir verða bygdar har í staðin.
J&K Petersen stendur fyri verkætlanini at bróta fongslið niður og byggja uppaftur. Ætlanin er at byggja tíggju íbúðir, har tað verða fimm eindir við tveimum íbúðum í hvørjari eind.
Soleiðis fer tað at síggja út tá verkætlanin er liðug (Mynd: J&K Petersen)
Arbeiðið byrjaði um ársskiftið, har nakrir mans byrjaðu við at tøma bygningin innan; alt innihaldið í bygninginum skuldi brótast niður, skiljast og síðani burturbeindast rætt ella endurnýtast. Hareftir var bert stál og betong eftir, sum ein 24 tons gravimaskina nú eru í holt við at bróta niður, skrivar J&K Petersen.
Væntandi verður fongslið vekk fyrst í februar, og síðani kann jørðarbeiðið fara í gongd. Farið verður undir at stoypa fundament og bygningarnir eina ferð í vár. Íbúðirnar verða ætlandi innilokaðar seint í heyst, og standa tær lidnar á sumri 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald