2020-12-10 20:26

Soleiðis sá tað út áðrenn:
Mynd: Sjóvar kommuna
Nú er einki eftir av gamla missiónshúsinum á Strondum í Strandatúni. Sjóvar kommuna boðaði 20. november frá, at so skjótt tað verður samanhangandi gott veður í nakrar dagar, verður farið undir arbeiðið at taka bygningin niður. Hetta er nú gjørt.
Myndir: Lydia Frederiksberg
Sí fleiri myndir her
Gamla missiónshúsið á Strondum varð bygt í 1936 og var brúkt líka til februar í 2018, tá nýggja missiónshúsið, sum er bygt skamt frá gamla húsinum, varð tikið í brúk.
Nýggja missiónshúsið liggur næstan beint við, har sum tað gamla, ið var vorðið ótíðarhóskandi, stóð (Mynd: sjovar.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald