Innanlands

Gamlar bøkur í nýggjum hami

Luttakarar á skeiðnum hava egnu bøkur við, ið tey síðani binda inn. Tað er Bjarki Ziska, sum undirvísir í bókbinding, ið fevnir um 30 stig

Rakel Helmsdal bindir bókina “Søgur úr Port Janua” inn. Hon hevur sjálv skrivað bókina (Mynd: torshavn.fo)

Rakel Helmsdal bindir bókina “Søgur úr Port Janua” inn. Hon hevur sjálv skrivað bókina (Mynd: torshavn.fo)

2021-03-17 14:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bøkur eru meira enn bara bøkur. Tær hava sína søgu og sína sál. Tí eigur virðingin fyri bókini at vera hareftir.

Tað halda tey, sum í vetur hava gingið á skeiði í bókbinding á Tórshavnar Kvøldskúla. Gamlar bøkur í nýggjum hami. Ella, sum ein luttakari so rámandi tók til: “Frem fra glemslen. Frá burturkasti til prýðilig meistaraverk.”

Tað er so satt, sum tað er sagt. Úrslitini tala fyri seg. Handverksliga tilgongdin ber frukt.

Talan er um bøkur, sum eru ogn hjá luttakarunum. Tey eiga bøkurnar og hava tær við sær á verkstaðið. Tí eru tey so ógvuliga góð við bøkurnar.

Onkur hevur enntá skrivað tað, sum stendur í bókini. Tað er Rakel Helmsdal, rithøvundi. Hon bindir bókina “Søgur úr Port Janua” inn av nýggjum. Bókin kom fyrstu ferð út í 1996 og er slitin so mikið, at hon treingir til eina hond.

Hugburður Rakels minnir um hann hjá Pippi, sum segði, at “hetta havi eg ikki roynt áður, so tað dugi eg heilt víst.”

- Eg havi sett mær fyri at læra okkurt nýtt á hvørjum ári og ganga til eina nýggja lærugrein hvønn vetur. Tað er so stuttligt at læra nýtt, og bókbinding er ein frálík lærugrein, sigur Rakel, meðan tey standa við borðið og práta og binda bøkur inn.

Tað er Bjarki Ziska, sum undirvísir í bókbinding og leggur luttakarunum lag á. Tað hevur hann gjørt í næstan 12 ár. Hann undirvísir bæði mánadag og mikudag. Talan er um yngri og eldri luttakarar, kvinnur og menn, roynd og óroynd.

Í hondini hevur hann vegleiðingina, sum nýtt verður í undirvísingini. Hann peikar á pappírið og strikar undir fyrsta stigið, sum luttakararnir skulu ígjøgnum.

  1. Skræð premuna av bókini
  2. Loys bókina sundur og reinsa tað gamla límið burtur
  3. Hygg eftir, um nakað er at bøta

Soleiðis halda stigini fram í vegleiðingini. Eitt fyri og annað eftir. Frá fyrsta til tað síðsta. Frá nummar eitt til nummar 30.

Tá er burturkastið vorðið til eitt meistaraverk, sum prýðir bókahillarnar av nýggjum.

Bøkur eru meira enn bara bøkur. Tær hava sál.

Tórshavnar kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder