Ein mynd, sum hevur fingið fólk til knappaborðið á Facebooksíðuni “Gamlar myndir úr Havn”, er mynd av Landssjúkrahúsinum, sum tað sá út fyri nógvum árum síðani.
Talan er um Dronning Alexandrines Hospital, har millum annað føðideildin heldur til í dag umframt ein annan bygning frammanfyri, sum fleiri siga seg ikki kennast við.
Í viðmerkingunum eru tó onnur sum kenna bygningin, sum varð kallaður TB, og har fólk við tuberklum lógu.
Hanna Hansen hevur lagt myndina út, og Jesar Hansen úr Sandavági tók hana tá hann lá innlagdur á TB í umleið 1957.
Dronning Aleksandrines Hospital varð tikið í nýtslu í 1924 meðan høvuðsbygningurin, sum eitur B-bygningurin varð tikin í nýtslu í 1968.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald