Innanlands

Gamli svimjihylur byggjast um til konsertsal

Salurin skal kunna brúkast til alskyns endamál – eisini til morgunsang hjá Vágs skúla og venjing hjá Musikkskúlanum í Vági

2020-12-23 13:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú verður gamli svimjihylurin í skúlanum í Vági bygdur um til auditorium, sum kann brúkast til konsertir, sjónleik, filmsvísing, fyrilestrar og til morgunsang hjá Vágs skúla.

Vágs kommuna skrivar í tíðindaskrivi í dag, at gongd nú verður sett á hesa verkætlan. 

Vágs kommuna stovnaði í 2019 egnan musikkskúla, og hevur frá byrjan eisini verið ætlanin, at Musikkskúlin í Vági skal fáa venjingarhølir í Gamla Svimjihyli. Talan verður sostatt um bæði ein sal til framførslur av ymiskum slagi og venjingarhølir til Musikkskúlan í Vági, sum við hesum eisini fer at fáa væl betri umstøður, enn Musikkskúlin hevur í løtuni í Vágs Skúla.

Gamli Svimjihylur hevur skap av einum auditorium, tí svimjihylurin hevur ein grunnan part sum skráðar út í ein djúpan part. Hetta ger eisini, at hølið hevur skap av einum auditorium og tískil er lutfalsliga einfalt at byggja upp.

Saman við Mayfinn Norðoy, arkitekti á Kontrast, er uppskot gjørt um broyting av Gamla Svimjihyli til ein sal til framførslur við meiri. Tekniska deild hjá Vágs kommunu hevur síðani arbeitt víðari við ætlanini og eru byggitekningar nú gjørdar lidnar, soleiðis at klárt er at fara ígongd.

Á fíggjarætlanini fyri 2020 er eisini sett játtan av til at keypa inn tilfar, sum skal til fyri at gjøgnumføra fyrsta byggistig, og er hetta tilfarið nú keypt. Játtan er eisini sett av á fíggjarætlanini fyri 2021, soleiðis at arbeiðið kann halda áfram í komandi ári.

- Tað hevur verið eitt greitt ynski frá býráðnum tey seinastu árini at uppraðfesta umstøðurnar í Vágs Skúla, soleiðis at tað verða góðar umstøður til at hava framførslur av ymiskum slagi, samstundis sum Musikkskúlin kann fáa góð hølisviðurskifti – og eri eg sera fegin um, at hendan verkætlanin nú er farin ígongd, sigur Dennis Holm, fráfarandi borgarstjóri.

- Við einum auditorium ella sali í Gamla Svimjihyli, sum kann brúkast til alskyns endamál bæði í fólkaskúla og musikkskúla høpi, og ikki minst í almennum høpi, so verða eisini umstøður til at skapa heilt øðrvísi tiltøk í Vági okkum øllum at frama, sigur borgarstjórin.

Í nýggja salinum verða umleið 200 sitipláss, umframt at tað verða siti- og standipláss á balkongini kring salin og umstøður til rørslutarnað.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder