Søgur um sokallaðu gandakellingina í Skúvoy vórðu fortaldar við undran um alt landið í seinnu helvt av 19. øld. Hendan konan, sum segðist at biðja ilt yvir fólki, sum fekk bátar at ganga burtur, sum dugdi at slætta sjógv og at ganda blóðmørsindur fram á sjónum og at ganda hoyggj saman, umframt mangt, mangt annað, sum hon, Sára Malena Guttórmsdóttir varð løgd undir at hava framt.
Gandur, pátrúgv og gudsótti hvørt um annað var andaliga jørðildið, sum Sára Malena vaks upp í og livdi í til sín deyða í 1903. Fólk óttaðust hana og illa varð hon viðfarin. Av summum. Av øðrum var hon mett at vera tað hon var: Ein fátøk, einsamøll, barnleys einkja, sum mangan var ein dyggur stuðul hjá teimum, sum onki høvdu.
Fólkalívsfrøðingurin Eyðun Andreassen, sáli, savnaði søgur, sum livdu á mannamunni og skrivaði grein um Sáru Malenu í tíðarritinum BRÁ í 1984. Sólrun Michelsen gjørdi hana landskenda, tá hon í 2023 útgav skaldsøguna “Sára Malena – seinasta gandakellingin í Føroyum”.
Nú hava Gunnvá Zachariasen og Ria Tórgarð, tvær kellingar úr ávíkavist Tvazz og Grugg leikbólkunum, skapað ein einrøðuleik, har gandakellingin úr Skúvoy fær orðið. Tann 13. juni í ár var almenna frumframaførslan úti í Skúvoy – á sama degi í 1903 andaðist Sára Malena. Viðmælini frá áskoðarum hava verið framúr.
Nú fer Gandakellingin á ferð kring landið. Ellivu framførslur eru fyribils settar á skrá og leggjast helst fleiri støð aftrat seinni í vetur. Avmarkað áskoðarapláss eru til hvørja sýning, so leikurin kann koma út í at kalla hvønn krók í landinum.
Framførslur í heyst:
8. oktober kl. 20: Testovan Marin Malena í Biskupsstøðgarði í Klaksvík (útselt)
9. oktober kl. 20: Virkið á Sandi (útselt)
10. oktober kl. 18: á Keldu í Skálavík
11. oktober kl. 18: Sólarris í Húsavík
12. oktober kl. 20: Eiriksgarður í Dali
14. oktober kl. 20: Listastovan í Miðvági
18. oktober kl. 15.30: Kolshøll á Eiði (útselt)
25. oktober: Gamla Dansistovan í Skopun
26. oktober kl. 20: Dansistovan í Sumba
27. oktober kl. 20: Stóra Pakkhús í Vági
28. oktober kl. 19.30: Royndarhúsið í Nólsoy
Atgongumerki á atgongumerki.fo ella við dyrnar undan sýning.
Leikurin er umlleið 60 min uttan steðg. Aldursmark 15 ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald