Í dag lat Ongland uppaftur, og eru so at siga øll koronatiltøk farin úr gildi í landinum. Hetta merkir at kravið um munnbind og onnur líknandi krøv eru strikað. Men hetta er kortini ikki galdandi allastðani.
Sadiq Khan, borgarstjóri í London, hevur m.a. biðið samferðslumyndugleikarnar í økinum um at varðveita kravið um munnbind.
– Um tú ikki brúkar munnbind, fer virussið at spreiða seg meira. So einfalt er tað. Mítt munnbind verjir teg, títt munnbind verjir meg – og tað verður krav á allari almennari ferðslu í London, sigur borgarstjórin sambært Ritzau.
Fleiri stórar handilsketur – Tesco, Sainsbury's, Asda, Morrisons, og Aldi – hava eisini boðað frá, at starvsfólk og viðskiftafólk helst skulu halda á at brúka munnbind.
Ein meiningakanning frá Kantar hevur eisini víst, at bretska fólkið tekur undir við hesum.
66 prosent av bretum ynskir, at flest øll tiltøkini framvegis eiga at vera í gildi, og 60 prosent av teimum spurdu halda, at mann framvegis eigur at brúka munnbind í handlum og í almennu ferðsluni.
Les eisini: Ongland letur uppaftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald