Vakthavandi á løgreglustøðuni upplýsir, at í gjárkvøldið vóru nakrar fráboðanir um eld og royk.
Tíðliga í gjárkvøldið var nógvur roykur í einari íbúð í Havn. Orsøkin var, at ein grýta við garnatálg var gloymd. Tað vóru grannarnir, ið boðaðu frá. Innsatsleiðarin kom á staðið, og persónurin ið búði í íbúðini, varð sendur til kanningar fyri roykeitran. Har var tó einki álvarsamt.
Í Saltangará kom eldur í eina garasju. Tað var ein gomul gravmaskina, ið arbeitt varð á, sum eldur kom í. Sløkkiliðið kom á staðið, og skjótt var tamarhald á eldinum.
Eftir midnátt fór roykalarmurin á røktarheimi í Vágunum í gongd. Hetta vísti seg tó tíbetur at vera falskur alarmur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald