Tað var ikki bara í Føroyum, at eldur kom í ein stóran buss í gjár.
Sí: Bussførarin boðaði sjálvur frá eldinum
Í svenska høvuðsstaðnum hendi nakað tað sama. Men her hendi tað mitt í býnum, og talan var um ein gassdrivnan buss.
Bussurin ætlaði sær gjøgnum ein tunnil í býnum, men var ov høgur. Óhappið hendi um 11 tíðina í gjár við Tegelbacken. Bussurin koyrdi seg fastan, tað hendi ein spreinging og ógvusligur eldur. Roykurin sást um tað mesta av svenska høvuðsstaðnum.
Tíbetur vóru ongi ferðafólk í bussinum. Men bussførarin mátti flytast á sjúkrahús við álvarsligum brunaskaða, skrivar svt.se frá løgregluni.
Talan var um ein býarbuss, og bussførarin var á veg til busstøðgistaðið, har ruta hansara skuldi byrja, og tí koyrdi hann ikki eftir sama strekki, sum rutan er, skrivar svt.se.
Bussurin koyrdi inn í bummarnar, sum eru framman fyri tunnlinum fyri at ávara um, hvør hæddin er. Gasstangarnir á einum slíkum bussi liggja á takinum, og tí er ein spreinging helst farin fram, tá bussurin rendi á.
Stórur partur av miðbýnum í Stockholm mátti steingjast fyri ferðslu meðan sløkki- og uppruddingararbeiðið fór fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald