
Stutt eftir midnátt fríggjadagin var ein ógvuslig spreinging í Klaksvík, sum sambært Norðlýsinum fekk fólk at hvøkk við.
Talan var eina gasspreinging umborð á glastrevjubátinum Bláaberg. Húsið fór omanav bátinum, og masturin endaði í einum báti, sum lá við síðuna av Bláabergi.
Orsøkin til spreingingina tykist at vera ein gassfløska, ið hevur likið inni í kahyttuni. Tá so oljufýrið hevur sligið til um eitt tíðina um náttina, fór ein spreinging fram. Ikki var neyðugt at fáa til dømis sløkkilið á staðið.
Eingin mansskaði var, men eigarin, 88-ára gamli Esmar Mørkøre ið vitjar bátin so at siga dagliga, vónar, at báturin verður heilur aftur.
Norðlýsið skrivar, at báturin nú er farin til Runavíkar til kanningar. Báturin er tryggjaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald