Umstøðurnar rundan um, at hann er blivin burtur og síðani funnin, hava gjørt tað, at alt er sett í verk. Hetta er fyri at vit við vissu, kunnu staðfesta nøkur ting og útiloka onnur ting.
Tað sigur Heri Andreassen, varapolitiinspektørur, um deyðstilburðin við Landsbókasavnið í Havn í gjár.
Maðurin, sum er í trýssunum var funnin í einari veit framvið transformatorstøðini við Landsbókasavnið á J.C. Svabosgøtu.
Týsdagin er seinastu ferð vit, við vissu vita, at maðurin er sæddur. Óvist er hvussu leingi maðurin hevur ligið í veitini, men hann var so funnin hósdagin fyrrapartin, sigur Heri Andreassen.
Hann greiðir frá, at maðurin ikki er druknaður.
Fólk á kanningardeildini og ein rættarmedisinari úr Danmark gjørdu líkskoðan á staðnum í gjár áðrenn líkið varð flutt á Landssjúkrahúsið. Har verður líkskurður gjørdur í løtuni, og seinni í dag verður væntað at ein niðurstøða er um, hvussu maðurin er deyður.
Sum tað sær út til, er einki revsivert farið fram.
Tað var familja hjá manninum sum boðaði løgregluni frá, at hann var horvin, og tað vóru eisini familjulimir, sum funnu mannin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald