Innanlands

Gav eitt stillan sang hjá Kanye West – sitandi við klaverið

Rós frá dómarunum til Tinu - og Kára fyri at koma út yvir pallkantin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-25 20:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

[object Object]

Dómararnir vóru eitt sindir bilsnir av, at Tina Mellemgaard og Kwamie Liv høvdu valt ein so stillan sang at leggja út við.

Tina kom á pallin í ljósareyðari buksudrakt, setti seg við klaverið, og varð sitandi har undir øllum sanginum. Ein stillislig framførsla, men sum prógvaði stóru musisku dygdirnar hjá ungu hoyvíksgentuni.

Dómararnir eru sannførdir um, at Tina kemur langt í kappingini í ár, og tí eru teir ikki í iva um, at teir fáa høvi at læra hana betri at kenna.

"Tú sang skidegott", var stutta viðmerkingin hjá Martin Jensen.

Blackmann helt, at Tina er ein gáva til sendingina. “Eg vil hoyra meira. Eg eri glaður”, kunngjørdi hann.

Møguligt at at atkvøða fyri Tinu Mellemgaard við at senda sms TI til 1234

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Gott at Kári kom út yvir pallkantin
Beint eftir Tinu Mellemgaard kom túrurin til toftamannin Kára Fossdalsá, sum sang “Please don’t Go” hjá Mike Posner.

Dómararnir vóru nøgdir við hansara framførslu. “Tú sang væl – eg gleði meg til at hoyr meira”.

Blackmann var meira úti eftir mentorinum hjá Kára, Martin Jensen. Helt ikki at Martin hevði verið heppin í teimum valum, hann hevði gjørt við Kára.

“Hetta er ikki kritikkur av tær, Kári – tað eru bara eg og Martin, sum ikki skilja hvønnannan”, segði Blackmann, og legði afturat, at tað er eydnast væl at fáa Kára at náa út yvir pallkantin.

Møguligt er at atkvøða fyri Kára Fossdalsá við at senda sms KA til 1234

Nú verður ein støðgur í X-Factor. Um eina løtu verður úrslitið av atkvøðugreiðsluni greitt, og vit fáa at vita, hvør kemur í vanda fyri at verða frávaldur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder