placeholder
Innanlands

Gav seg út fyri at koma frá politinum

Fólk eru ringd upp av donskum manni, ið sigur seg koma frá politinum. Viðkomandi er áhugaður at vita um fíggjarlig viðurskifti

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-12 07:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan er gjørd varug við, at í tveimum førum eru føroyingar ringdir upp av einum dansktalandi manni, sum hevur sagt seg vera frá løgregluni, og sum hevur spurt nærri inn til fíggjarviðurskifti hjá hesum fólkum - um tey høvdu tikið lán og tílíkt.

Í báðum førum hava borgararnir kent seg ótryggar við støðuna, og tá tey søgdu hetta við viðkomandi, varð samrøðan brotin av.

Tað var eitt dult telefonnummar, sum ringdi.

Vaktleiðarin hjá løgregluni ger vart við, at tá ringt verður av politistøðini, so er tað ikki longur við duldum nummari, og tá ringt verður við fasttelefon, so verður nummarið hjá politinum – 351448 – upplýst.

- Um onkur kennir seg ótryggan tá tey verða ringd upp av onkrum, sum sigur seg vera frá løgregluni, so skal mín áheitan vera, at tey biðja um navnið, og so ringja politistøðina uppaftur, sigur vaktleiðarin hjá politinum.

Vaktleiðarin leggur afturat, at av tí, at ongin hevur verið fyri missi í hesum málunum, so ger løgreglan ikki meira við at finna útav, hvaðani viðkomandi ringdi frá.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder