Í minsta lagi 16 fólk lótu í gjár lív, tá ísraelski herurin leyp á ein skúla í eini flóttafólkalegu í Gazageiranum.
Tað skriva fleiri tíðindastovur, sum vísa til upplýsingar frá heilsumyndugleikunum í Gaza.
Ísraelski herurin hevur upplýst, at eitt flogfar hjá teimum framdi eitt álop á "yvirgangsfólk", sum vóru stødd í al-Jawni skúlanum í flóttafólkaleguni al-Nuseirat.
Sambært palestinska heilsumálaráðnum vórðu 50 fólk særd og flutt á sjúkrahús eftir álopið. Ráðið fordømir tað, sum tað kallar eitt "illviljað hópdráp".
Upplýst verður, at uml. 7000 fólk høvdu leitað sær skjól á skúlanum, sum ST-felagsskapurin fyri palestinsk flóttafólk í Miðeystri, UNRWA hevur ábyrgdina av.
Myndugleikarnir í Gaza siga, at tey flestu ofrini vóru børn, kvinnur og eldri fólk. Ísraelski herurin sigur seg hava "rakt fleiri yvirgangsfólk", sum goymdu seg í økinum og framdu álop á ísraelsk herfólk í Gaza.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald