Í minsta lagi fýra fólk vórðu særd í einum ísraelskum álopi móti einum bili mitt í Gazageiranum, upplýsa heilsustarvsfólk á staðnum.
Ísraelski herurin váttar álopið og greiðir frá, at bilurin, sum koyrdi norðureftir, brúkti eina aðra leið, enn tann, sum er loyvd sambært vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas.
Ísraelski herurin sigur, at hann er fyrireikaður uppá alt og fer framhaldandi at taka neyðug fyrivarni fyri at steðga einahvørja hóttan móti herfólkunum, skrivar Ritzau.
Sambært vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi 19. januar, verður ein fyribils steðgur í bardøgunum í Gaza, og fáa burturriknir palestinar úr norðara parti av Gaza møguleikan at koma heimaftur. Teir skulu tó brúka ávísar farleiðir.
Harafturat skal Hamas lata 33 gíslar leysar, og eisini skulu umleið 1900 palestinskir fangar leyslatast úr Ísraelskum fongslum. Hetta skal fara fram innan seks vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald