Innanlands

Gebissið lá eftir í buksunum

Um nakar saknar handilstennirnar kunnu tær heintast í Blákrossbúðini í Havn

(Mynd: Blákrossbúðin í Havn / Facebook)

(Mynd: Blákrossbúðin í Havn / Facebook)

2022-09-10 13:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Blákrossbúðin í Tórshavn fær nógv ymisk klæðir og annað inn frá føroyingum. Nú ein dagin er tað onkur sum hevur latið eina cowboybuksur til Blákrossbúðina at selja.

Men tað løgna var, at handilstennirnar - gebiss - lá eftir í buksunum.

Hetta er helst av misgávum, men nú sóknast Blákrossbúðin í Tórshavn á Facebook eftir eigaranum av tonnunum. Um nakar saknar tær, kunnu tær heintast í handlinum, siga tey í Blákrossbúðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder