90 ára gamla Fran Goldman úr amerikanska býnum Seattle hevði leingi roynt at fáa eina tíð til koppseting, og hon var ovurfegin, tá tað endiliga eydnaðist henni at fáa eina tíð sunnudagin í farnu viku.
Men tað vikuskiftið rakti ein kavaódn, sum legði býin undir tjúkkan kava, og ávarað var ímóti at koyra í øllum kavanum og frostinum, men tað skuldi ikki verða ein forðing.
Hóast 18 centrimetrar av kava lógu á vegunum, lat Fran Goldman seg í stivlar og fór til gongu.
Hon gekk góðar tíggju kilometrar í kavanum fyri at fáa sína fyrstu koppseting, og hon kom ikki meira enn fimm minuttir ov seint.
Í samrøðu við blaðið Seattle Times sigur hon, at tað ikki var nakar nemmur túrur, og at tað var sera avbjóðandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald