Innanlands

Gekk friðarliga fyri seg í Sandoynni

Hóast sera nógv ferðsla var í nýggja undirsjóvartunlinum, og veitsla var nógvastaðni, merkti løgreglan lítið og einki til hetta

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-12-22 08:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv vildu royna nýggjastu farleiðina í Føroyum, Sandoyartunnilin, av í gjár, og tað mundi síggjast aftur í oynni sum hevur avmarkað vegakervi.

Dagurin var eisini merktur av stóra hátíðarhaldinum, og tá tað var liðugt, vóru nógv tiltøk í oynni, og nógv bjóðaðu eisini inn á hesum hátíðardegi.

Einki nevnivert er tó at finna í døgnrapportini hjá løgregluni í morgun.

- Onkur hevði sett ein bil frá sær, sum gjørdi at onnur ikki sluppu forbíð. Hetta eru smærri hendingar, og ringt verður til eigara, sum verður biðin um at flyta bilin í slíkum førum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Sandoyartunnilin læt upp fyri almennari ferðslu um hálvgun fýra tíðina seinnapartin í gjár.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder